Risastórur eykavinningur er í eygsjón

Hóast eingin annar roknar við møguleikanum, so kenna føroysku hondbóltsspælararnir seg í leiklutinum sum Dávid ímóti Goliat

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Bukarest, har Rumenia og Føroyar fyri aðru ferð í fýra dagar fara at spæla EM undankappingardyst í hondbólti.

 

Nú er tað ikki stórtíðindi kring fótbóltsheimin, at føroyska landsliðið hevur kós uppeftir. Men tað vakti av álvara ans, tá ið tað mikukvøldið eydnaðist Føroyum at vinna 30 – 28 á heimavølli ímóti Rumenia. Og tað var serliga merkisvert, at Føroyar fram ímóti dystarenda megnaðu at svara aftur, tá ið Rumenia hevði javnað til 20 – 20 eftir greiða føroyska leiðslu.

 

Hóast sigurin mikukvøldið rokna veddingarfyritøkur og eisini tey í rumenskum hondbólti ikki við, at Føroyar í dag fara at megna nakað ímóti heimaliðnum.

 

Tað nervar ikki føroysku spælararnar, sum hava verið í Rumenia síðani hóskvøldið, og sum í gjár vandu í dystarhøllini, ið eisini er heimavøllur hjá Dynamo Bukarest.

 

-Vit sakna málverjan Paula Jacobsen, sum ikki er við, tí hann mikukvøldið varð skaddur. Umframt at hann er stinnur málverji, so er hann ein av teimum, ið er við til at lyfta góða lagið. Men Nicholas vísti mikukvøldið framúr avrik, tá ið hann loysti av í málinum, og so er eitt av stóru talentunum, Aleksandar Lacok við, so vit halda okkum vera væl fyri, hvat málverjum viðvíkur, sigur strikuspælarin Helgi Hildarson Hoydal úr Bukarest, og hann heldur fram:

 

-Vit kenna tað á okkum, at tað mikukvøldið kostaði øgiliga nógva orku at vinna ímóti Rumenia. Rumenararnir vita, at trýstið á teimum er rættiliga stórt, og teir fara at leggja nógv fyri í dag. Tað kann roknast við, at vit fara at gera fleiri skiftingar, enn talan var um mikukvøldið, og vit rokna við møguleikanum, at talan fer at vera um gott úrslit. Í dag hava vit alt at vinna, sigur Helgi Hildarson Hoydal, sum saman við liðfeløgunum nú fyrireikar seg til stóru avbjóðinga seinnapartin í dag.

 

Dysturin verður at síggja í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum, og tað ber eisini til at fylgja við á FM1.