Robert De Niro hevur spælt í fleiri enn 100 spælifilmum, og tann seinasti er Alto Knights frá 2025. - Mynd: Joel C Ryan/Ritzau Scanpix

Robert De Niro heiðraður við heiðursløn í Cannes

De Niro fær gylta heiðurspálman fyri sínar leiklutir í m.a. í "Taxi Driver", "1900" og "Godfather II".

Robert De Niro hevur spælt í fleiri enn 100 spælifilmum, og tann seinasti er Alto Knights frá 2025. - Mynd: Joel C Ryan/Ritzau Scanpix

Sjónleikarin Robert De Niro fekk gylta heiðurspálman á ársins filmsstevnu í Cannes í dag.

Hon verður latin listafólkum, sum hava lagt eitt lívslangt avrik til filmsvinnuna.

81 ára gamli De Niro hevur seinastu árini víst atfinningar móti amerikanska forsetanum, Donald Trump.

Hann valdi at brúka virðislønarhandanina til at halda fram við sínum atfinningum, sum serliga vóru ætlaðar skerjingini hjá Donald Trump í fíggingini til útbúgving og list.

- Listin savnar fólk. Listin leitar eftir sannleikanum. Listin fevnir um fjølbroytni.

- Tí verður listin mett at vera ein hóttan. Tí eru vit sum listafólk ein hóttan móti einaræðisharrum og fasistum, segði Robert De Niro, eftir at hava fingið heiðurslønina.

Robert De Niro fær heiðursvirðislønina fyri sínar framførslur í filmunum "Taxi Driver", "1900" og "Godfather II", skrivar Cannes-festivalurin á heimasíðuni.

De Niro sást við tárum í eygunum, tá hann fekk heiðurin frá fyrrverandi medstjørnuni Leonardo DiCaprio.

Umframt heiðurspálmin verður Gullpálmurin eisini latin ársins besta filmi, umframt hópin av smærri virðislønum.

Festivalurin verður eisini brúktur av listafólkunum sum politiskur vígvøllur.

Mánakvøldið, dagin fyri festivalin, fordømdu fleiri Hollywood-persónar støðuna í Gaza og kallaðu hana fyri eitt "fólkadráp".

Tað gera tey í einum brævi, sum sambært tíðindastovuni AFP er undirskrivað av 350 fólkum við tilknýti til Hollywood, teirra millum sjónleikararnir Richard Gere, Susan Sarandon og Mark Ruffalo.

 

/Ritzau/

 

Robert De Niro hevur spælt í fleiri enn 100 spælifilmum, og tann seinasti er Alto Knights frá 2025. - Mynd: Joel C Ryan/Ritzau Scanpix