Rógvi Baldvinsson boðsendur

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Rógva Baldvinsson til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia, boðar Fótbóltssambandið frá

Rógvi Baldvinsson er higartil skrásettur fyri 50 dystir og 4 mál fyri A-landsliðið hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Fyrr í vikuni kunngjørdi Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, hópin til EM-undankappingardystin móti Moldova, og venjingardystin móti Norðurmakedónia, sum verða seinni í mánaðinum.

 

23 mans vóru úttiknir, men ætlanin var alla tíðina at hópurin skuldi telja 24 spælarar. Og nú er greitt, at Rógvi Baldvinsson eisini verður í føroyska landsliðshópinum, sum fer undir undankappingina til EURO 2024.

 

Rógvi Baldvinsson, ið hevur sína dagligu gongd í norska 2. deildarfelagnum, Bryne BK, spældi sín fyrsta A-landsdyst í 2011, og er higartil skrásettur fyri 50 dystir og fýra mál fyri Føroyar.

 

Landsliðshópurin kemur saman á middegi mánadagin, og klokkan hálvgum fimm seinnapartin verður fyrsta venjingin á Tórsvølli. Síðan er venjing aftur á skránni á middegi týsdagin, og mikudagin verður vant fyrrapartin, áðrenn hópurin tíðliga seinnapartin flýgur til Keypmannahavnar, og haðani beinleiðis til Chisinau í Moldova.

 

Hópurin:

 

Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Gilli Rólantsson Sørensen, TB Tvøroyri

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)

 

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

 

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)

 

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

 

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)

 

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

 

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

 

Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

 

Fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Chisinau, spæla Moldova og Føroyar EM-undankappingardyst á Zimbru Stadion, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars klokkan 17:00 føroyska tíð, møtast Norðurmakedónia og Føroyar í venjingardysti á Todor Proeski Stadion í Skopje.

 

Føroyska manslandsliðið hevur tvær ferðir áður spælt móti Moldova, sum var í seinastu HM-undankapping. Og úrtøkan var á góðari leið. Á heimavølli vunnu Føroyar 2-1 (Heini Vatnsdal og Klæmint Andrasson Olsen), meðan útidysturin endaði við javnleiki 1-1 (Meinhard Egilsson Olsen).

 

Hinvegin, so er hetta fyrstu ferð at A-lansliðið skal royna seg ímóti Norðurmekadónia.

 

Rógvi Baldvinsson er higartil skrásettur fyri 50 dystir og 4 mál fyri A-landsliðið hjá monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen