Rói var dagsins maður

Løgmanssteypið: AB málverjin bjargaði brotssparki og so skoraði hann sigursmálið við brotssparki

AB hevur í kvøld tryggjað sær luttøku í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

AB vann í kvøld á útivølli ímóti B71. Tað var neyðugt við brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at argjamenn vera við í lutakastinum, sum verður í annaðkvøld.

 

Eftir 90 minuttir var framvegis málleyst. So var neyðugt við longdari leiktíð. Tá skoraðu bæði liðini, og tá ið úrslitið var 1-1, var tað neyðugt við brotssparkskapping.

 

Teir 120 minuttirnir vóru farnir, tá ið Bartal Skaalum Petersen við fínum frísparki legði AB á odda 1-0. Men tað eydnaðist B71 at javna til 1-1, tá ið stóripinnur hevði verið runt fýra ferðir aftrat. Málskjútti var Nóa Falkvard Petersen og uppleggið átti Sprotin Jógvanson úr Dímun.

 

Hetta var fyrsta ferðin, at Nóa Falkvard Petersen var á besta liðnum hjá B71. Hann varð skiftur inn í 113. Minutti, og stórar 10 minuttir seinni javnaði hann til 1-1.

 

So var neyðugt við brotssparkskapping, og tá var AB málverjin Rói Zachariasen dagsins maður.

 

Hann bjargaði síðsta brotssparkinum hjá B71, og so tryggjaði hann AB sigurin, tá ið hann skoraði við brortssparki.