Russiski varauttanríkisráðharrin sigur, at Russland kann ikki góðtaka uppskotið hjá USA um at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
- Ikki soleiðis, sum uppskotið sær út í løtuni, sigur Sergei Ryabkov, og hann er næsti maður uttanríkisráðharran, Sergei Lavrov.
Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga seinnapartin.
Varauttaníkisráðharrin leggur aftrat, at Russland viðger uppskotið hjá USA seriøst, sum tikið verður til.
Sergei Ryabkov sigur, at USA tekur ikki hædd fyri tí, sum russar halda er grundleggjandi orsøkin til kríggið í Ukraina.