Antonina Favorskaja, sum starvast fyri SOTAvision, var til avhoyringar í gjár, eftir at hava sitið í fongsli í tíggju dagar fyri at hava lagt blómur á grøvina hjá deyða andstøðinginum, Aleksej Navalnyj.

Russland handtikið fimm journalistar seinasta døgnið

Ein óheftur journalistur hevur sitið í fongsli í 10 dagar fyri at hava lagt blómur á grøvina hjá deyða andstøðinginum, Aleksej Navalnyj.

Antonina Favorskaja, sum starvast fyri SOTAvision, var til avhoyringar í gjár, eftir at hava sitið í fongsli í tíggju dagar fyri at hava lagt blómur á grøvina hjá deyða andstøðinginum, Aleksej Navalnyj.

Seinasta samdøgnið hevur russiska løgreglan handtikið fimm óheftar journalistar.

Ein teirra, Antonina Favorskaja, sum starvast fyri SOTAvision, var til avhoyringar í gjár, eftir at hava sitið í fongsli í tíggju dagar fyri at hava lagt blómur á grøvina hjá deyða andstøðinginum, Aleksej Navalnyj.

Mannarættindabólkurin, OVD-Info, sigur, at løgreglan er farin illa við fleiri av journalistunum, har onkur er sparkaður, sligin og traðkaður, og fingrar eru boygdir afturav.

Tveir av starvsfeløgunum hjá Antoninu Favorskaja, sum er kvinnan á myndini oman fyri, Aleksandra Astakhiva og Anastasia Musatova, vórðu handtiknar, tá tær skuldu taka ímóti Antoninu Favorskaja, sum skuldi leyslatast.

Hetta veit SOTAvision at siga, og tað er júst her, at óhefti journalisturin, Antonina Favorskaja, starvast.

Í dag vórðu so tíðindafólkini, Ekaterina Anikievitsj hjá SOTAvision og Konstantin Zjarov hjá RusNews eisini handtikin, meðan tey tóku upp á film uttan fyri bústaðin hjá Antoninu Favorskaja.

- Løgreglan rópti okkum misnýtarar og segði, at vit høvdu eingi greið mál, sigur Konstantin Zjarov og leggur aftrat, at hann bæði bleiv sparkaður, traðkaður, eins og fingrar á hondum hansara vórðu boygdir afturav.

Síðan Russland leyp á Ukraina fyri stívliga tveimum árum síðan, hava russisku myndugleikarnir sett óheftum tíðindamiðlum forboð fyri at virka, eins og myndugleikarnir hava roynt at sensurerað óheftar miðlar.

Nógv óheft tíðindafólk eru flýdd av landinum og óheftu tíðindafólkini, sum eru eftir í Russlandi og ikki dansa eftir pípuni hjá forsetanum, Vladimir Putin, eru í vanda fyri at verða handtikin.

Hetta veit tíðindastovan NTB, sum endurgevur óheftar russiskar miðlar, at siga í dag.