Russland mist 70.000 hermenn eftir 60 døgum

– “Eitt hol uttan botn,” sigur danskur lektari

Bretska verjumálaráðið metir, at Russland hevur mist einar 70.000 hermenn seinastu tveir mánaðirnar. Tað vil meiri nágreiniliga siga, at gott og væl 1.000 russiskir hermenn verða dripnir ella løstaðir hvønn dag. Talið er grundað á upplýsingar hjá fregnartænastum, og fer væntandi at vera nøkulunda tað sama komandi tveir mánaðirnar. 

 

Hesum boðaði verjumálaráðið frá í eini 'intelligence update', ið varð kunngjørd á sosiala miðlinum X.

 

Talið av russarum, ið dagliga verða særdir ella dripnir, hevur ongantíð áður verið so stórt, síðani russiska kríggið móti Ukraina byrjaði í februar 2022.

 

Claus Mathiesen, sum er lektari við danska verjuakademiið, sigur í samrøðu við DR Nyheder, at hann kortini ikki metir, at stóru tølini í sjálvum sær fara at valda russiska forsetanum høvuðbrýggj.

 

– Vit hoyra jú, at russar kunnu senda 30.000 nýggjar menn til hermótið hvønn mánaða, men um teir samstundis missa 1.000 mans um dagin, so er tað ikki trupult at rokna seg fram til, at tað er eitt hol uttan botn”.

 

Ukraina hevur størri trupulleikar

 

Hóast Russland missir nógvar hermenn, so metir Claus Mathisen, at tað kortini eru ukrainar, ið hava størri trupulleikar.

 

– Hóast russar í løtuni eftir øllum at døma missa fleiri mans, enn ukrainar gera – onkur sigur tvær ferðir so nógvar, onkur tríggjar ferðir so nógvar – so er hetta framvegis ikki, sæð úr ukrainska sjónarhorninum, nóg mikið til at javna út tann munin, at Russland hevur nógv størri fólkagrundarlag, sum kann mobiliserast sum hermegi, sigur lektarin.

 

Í april lækkaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, lágmarkið fyri innkalling til hertænastu úr 27 niður í 25 ár í eini roynd at økja um talið av ukrainskum hermonnum.

 

Hermótið flytir seg ikki

 

Claus Mathisen metir, at kríggið fer at halda fram væl inn í 2025. Báðir partar tykjast hava slept øllum ætlanum um størri álopsátøk. Orsøkin hevur helst samband við, hvussu kríggið í løtuni háttar sær. Dronur og aðrar yvirvakingarskipanir gera, at tað illa ber til at savna nógvar hermenn og akfør saman, uttan at fíggindin beinanvegin uppdagar hetta og byrjar at skjóta.

 

– Í løtuni sær tað sera trupult út fyri báðar partar, og tí letur tað eisini til, at kríggið fer at vara langt inn í 2025.