Russland hevur hertikið ukrainsku bygdina Kostiantynopolske, sum liggur í Donetsk-økinum í útsynningspartinum av Ukraina.
Hetta skrivar Reuters út frá eini fráboðan frá russiska verjumálaráðnum.
Býurin, sum á russiskum eitur Ostrovsky, liggur umleið 60 kilometrar vestanfyri stórbýin Donetsk.
Tað hevur ikki eydnastReuters at fáa váttað russisku frágreiðingina um, at bygdin nú er á russiskum hondum.
Russiski herurin hevur hertikið alsamt fleiri øki, og Russland sigur seg hava tikið valdið á 189 ukrainskum býum í 2024.
Í løtuni eru russar nær við at koma til strategiskt týðandi býin Pokrovsk, sum verður mettur sum avgerandi fyri at fáa Donetsk inn sum ein part av Russlandi.
Russarar bumba javnan Pokrovsk, sum liggur 50 kilometrar norðan fyri Kostiantynopolsk, og russiskir hermenn verða mettir at vera tríggjar kilometrar frá býnum.
/Ritzau/