Ruth og Gert eiga vakrasta urtagarð

Í mars skrivaði Klaksvíkar kommuna út eina urtagarðskapping, har endamálið var at finna vakrasta urtagarð í kommunnuni og soleiðis fáa heiðurin 'Vakrasti urtagarður 2024'.

Borgarar fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna.

 

Nú summarið er liðugt, og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur dómsnevndin gjørt av, at vakrasti urtagarður í 2024 er urtagarðurin við Trøllagil 6, Klaksvík, har Ruth Laksáfoss og Gert Wolff Jensen búgva.

 

Dómsnevndin hevði eitt nú hesi skotsmál um urtagarðin hjá Ruth og Gert.

* Flottur og vælhildin urtagarður

* Fjølbroytt úrval innan trø og staudir

* Vælskipaður havi við hugnaligum hátúni, plenu, bedum og øðrum

* Vakrar detaljur við grótlaðing

* Ein urtagarður við persónligheit

 

##med2##

 

Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.

 

Høvuðsvinningurin var eitt gávukort á 4.000 krónur og ein merkispláta til minnis um heiðurin. Harumframt vórðu gávukort á 1.000 krónur handað til urtagarðseigarar, sum eisini sermerktu seg í kappingini.