Klokkan 16 fara landsliðsmálverjin, Silja A. Müller og liðfelagar hennara í Vali at spæla seinnu European Cup finaluna móti spanska liðnum, Porrino í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.
Valur hevur eitt sera gott útgangsstøðið. Fyrra finalan á útivølli í Spania endaði við javnleiki 29-29.
Í fjør vunnu Allan Norðberg og liðfelagarnir á mansliðnum hjá Vali European Cup, og nú ætla kvinnurnar at gera teimum kunstin eftir.
Valur er favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Finalan sæst beinleiðis á RÚV1, har tey byrja at senda klokkan 15.30.