Sær svart út hjá KA at røkka endaspælinum

KA hevur við bert 11 stigum seks stig upp til áttanda plássið, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Tað sær ógvuliga svart út, fyri ikki at siga ómøguligt út hjá føroyingaliðnum á Akureyri, KA at røkka endaspælinum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Liðið hjá Allani Norðberg og Nicholas Satchwell tapti í kvøld á heimavølli 28-34 (15-18) fyri nýklaktu steypavinnarunum, Afturelding.

 

Úrslitið merkir, at KA hevur 11 stig fyri 19 dystir. KA hevur bert tríggjar dystir eftir at leika í grundspælinum, og seks stig eru upp til Haukar, ið liggja á áttanda plássinum við 17 stigum.

 

Haukar mugu tapa fýra teir seinastu dystirnar í grundspælinum, samstundis sum KA má vinna tríggjar teir seinastu dystirnar í grundspælinum um KA skal vinna seg upp á áttanda plássið, ið gevur rætt til at kappast í endaspælinum.

 

Tað er ógvuliga ósannlíkt. Haukar hava eisini ein málmun, ið er 55 mál betur enn málmunurin hjá KA.

 

Støðan: 

 

Lið:DystirMálmunurStig
Valur19656:55433
FH18545:53324
ÍBV18584:53624
Afturelding19569:53523
Selfoss19582:57623
Stjarnan18534:50921
Fram18540:53021
Haukar18533:52217
Grótta18497:51913
KA19550:59411
ÍR18514:5938
Hörður18524:6272