Sámal er nýggjur tekniskur leiðari hjá Varðanum

Hann kemur úr einum starvi, sum leiðari hjá Mest á Skála og er útbúgvin bæði sum maskinsmiður og skipsførari.

Varðin í Gøtu hevur fingið nýggjan tekniskan leiðara. Maðurin, sum avloysir Dávid Jacobsen, er Sámal Joensen. Seinastu árini hevur Sámal verið í leiðarastarvi hjá Mest á Skála.

 

Umframt at vera útbúgvin maskinsmiðjur, er Sámal Joensen eisini skipsførari, og hann hevur eisini siglt út. 

 

Dávid Jacobsen, sum er ein av eigarunum av Varðanum og var við til at stovna felagið í 1985, hevur í 17 ár røkt starvið sum teknisku leiðari. Hann byrjaði í starvi á skrivstovuni í 2006.

 

Dávid sigldi í sínari tíð eisini sum maskinstjóri við Tróndi í Gøtu og Finni Fríða.

 

- Eftir øll hesi ár sum tekniskur leiðari hjá Varðanum, hevði Dávid Jacobsen nú ynski um at minka um arbeiðsbyrðuna. Hann fer nú at taka sær av ymiskum verkætlanum og kemur eisini at umboða felagið í ymiskum nevndum.

 

Dávid Jacobsen er eisini nevndarformaður í Varðanum. Í stóra reiðarínum í Gøtu ynskja tey nýggja tekniska leiðaranum, Sámali Joensen, vælkomnum í starvið.