Samlivandi pensjónistar fáa somu veiting sum giftir pensjónistar

Persónar, sum liva saman í hjúnarbandslíknandi parlagi og sum verða fólka- ella fyritíðarpensjónistar aftaná 1. januar 2025 fara framyvir at fáa somu veiting sum giftir pensjónistar

Almannaverkið skrivar, at ein og hvør persónur, ið verður pensjónistur 1. janur 2025 og seinni og sum livur saman við øðrum persóni í hjúnarbandslíknandi parlagi, hevur skyldu at upplýsa Almannaverkinum um samlívsstøðuna, tá ið søkt verður um pensjón og eisini, tá ið samlívsstøðan broytist í framtíðini.

 

Andlát hjá pensjónisti - eftirsitarapensjón

 

Doyr ein giftur ella samlivandi pensjónistur, og hava bæði hann og tann eftirsitandi fingið pensjón, hevur tann eftirsitandi rætt til at fáa pensjónina og møguligu persónligu viðbótina til bústaðarútreiðslur hjá báðum tilsamans í 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, pensjónisturin doyr. Tó fella møguligar hjálpar-, røktar- og barnaviðbøtur burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin ein pensionistur doyr.

 

Fyri samlivandi pensjónist er tað ein treyt fyri at fáa eftirsitaraveiting, at viðkomandi persónur hevur fingið pensjón sum samlivandi.