Samstarva fyri at menna undirvísingarøkið

Í farnu viku hava Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, í felag luttikið á ISTP ráðstevnu í Reykjavík

ISTP stendur fyri International Summit of the Teaching Profession, og er hetta ráðstevna, sum hevur verið hildin á hvørjum ári síðani 2011. Tað skrivar Barna- og útbúgvingarmálaráðið. 

 

Tað var USA, sum tók stig til fyrstu ráðstevnuna, saman við OECD og EI (Education International), sum er altjóðafelagsskapurin fyri lærarafeløg. Á ráðstevnuni luttóku 23 lond og 2 altjóða felagsskapir. Tað var fyrrverandi forsætismálaráðharrin í Íslandi, Katrin Jákupsdóttir, sum leiddi ráðstevnuna.

 

Luttakararnir eru lond, sum vilja samstarva um at menna undirvísingarøkið í londunum og læra av átøkum, sum tey einstøku londini hava gjørt. Umboð fyri OECD løgdu hagtøl  og aðrar upplýsingar fram, sum kunnu brúkast í viðgerðini. Hetta eru m.a. upplýsingar frá PISA kanningunum, har nógvir upplýsingar verða savnaðir inn, sum nógv kann lærast av.

 

Í EI luttaka fakfeløgini fyri pedagogar, fólkaskúlalærarar og miðnámsskúlalærarar. Úr Føroyum kundu umboð fyri allar hesar fakbólkar havt verið við. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar hava luttikið. Føroyar eru ikki limur í EI, men tað var íslendska lærarafelagið, sum beyð Føroyum við sum eygleiðara. Um Føroyar luttaka á eini komandi ráðstevnu aftur, verður tað helst við eini breiðari umboðan.

 

Tað vóru trý høvuðsevni, sum vóru viðgjørd á ráðstevnuni í Reykavík. Fyrsta evnið var um týdningin av dygdargóðum dagstovnum, á enskum kallað High-quality Early Childhood Education. Tað snúði seg um, hvat kundi gerast fyri at geva økinum hægri tign og uppmerksemi, tí tað hevur so stóran týdning fyri barnamenningina. Annað evnið snúði seg um, hvussu undirvísarar kundu blíva betri stuðlaðir fyri at fremja eitt inkluderandi og stuðlandi læriumhvørvi. Triðja og seinasta evnið snúði seg um at fáa røddina hjá næminginum við í sambandi við at menna undirvísingarverkið. Hetta var m.a. um næmingaráð, og hvussu undirvísarar kundu verða við til at fáa hetta at eydnast. 

 

Tað er serstakt, at ráðharrar og forfólk í fakfeløgunum luttaka í felag á eini slíkari altjóða ráðstevnu. Hetta vísir serstøðuna, sum lærarar og pedagogar hava fyri tað uppvaksandi ættarliðið. Hetta er ein ásannan av, at lond, sum vilja menna undirvísingarverkið í breiðum týdningi, koma longst við einum tøttum sambandi millum politiska myndugleikan og lærarar/pedagogar, sum møta børnunum hvønn einasta dag.