Sára og Sverri hava føroyskar litir við í OL

Sára Maria Johansen og Sverri Nielsen hava føroyskar litir við sær umborð, tá ið tey rógva í OL

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

Føroysku rógvararnir Sara Maria Johansen og Sverri Nielsen eru við í Olympisku leikunum í París, sum vóru alment settir í gjárkvøldið.

 

Tey skulu bæði umboða Danmark í OL, men tey hava føroyskar litir við sær umborð á kappróðrarførini.

 

Skullarin hjá Sverra Nielsen er prýddur við føroyskum litum, og tað sást eisini í morgun, tá ið Sverri róði innleiðandi kapping og vann trygt.

 

Sara Maria Johansen er partur av áttamannafari, og tí fær hon ikki einsamøll avgjørt litir á skullaranum, men hon hevur aðra ætlan.

 

– Eg skal hava neglalakk við føroysku litunum, og familjan kemur við føroyskum flaggi. Tær umboð kenna meg sum føroying, tí eg tosi nógv um Føroyar, sigur hon við Ritzau.

 

Sara Maria skal rógva fyrstu ferð ólavsøkudag.

 

Fleiri føroysk ítróttafólk hava luttikið í OL. Umframt Sáru Johansen og Sverra Nielsen kunnu nevnast Katrin Olsen, Johan á Plógv Hansen og Pál Joensen.

 

##med2##

 

(Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Philipp Schmidli/Ritzau Scanpix)