SAS økir um vinningin í juni - men greinari væntar harðari marknað

SAS fekk tjenti meira í juni enn í mai. Men prísviðkvæmir brúkarar skapa ein truplan marknað, heldur greinari

Inntøkan hjá skandinaviska flogfelagnum SAS er økt í juni, sum vanliga er millum bestu mánaðir í vinnuni.

Í juni tjenti SAS 664 milliónir svenskar krónur, sum svarar til umleið 422 milliónir krónur.

Mánaðurin fyri var fyrsti mánaður í ár, at felagið vann pening. SAS tjenti tá 377 milliónir svenskar krónur.

Í tíðarskeiðinum frá november 2023 til og við juni í ár hevur SAS mist slakar 3,4 milliardir svenskar krónur, svarandi til góðar 2,1 milliardir krónur.

Og sjálvt um milliónavinningurin í juni er eitt stig rætta vegin, so er neyðugt við meira, um SAS skal hava vónir um at fáa avlop yvir eitt heilt ár. Tað vísir Jacob Pedersen á, sum er leiðari fyri partabrævagreining í danska Sydbank og fylgir væl við flogvinnuni.

- SAS hevur brúk fyri at sleppa úr konkursverju, soleiðis at nýggju avtalurnar við lægri kostnaði koma í gildi. Tað verður eisini heilt skjótt, men marknaðarumhvørvið er minni jaligt nú, tí brúkararnir eru vorðnir meira prísviðkvæmir, skrivar hann í viðmerking.

Millum annað hava seinkingar í veitingum av flogførum havt við sær, at flogferðir í Evropa hava verið avmarkaðar. Tí væntaðu fleiri, at ferðaseðlaprísirnir fóru at vera hægri enn vanligt.

Men roknskapir frá kappingarneytunum hjá SAS hava seinastu tíðina víst, at fleiri fyritøkur hava trupult við at bera hægri útreiðslur víðari til ferðafólk.

Í sambandi við roknskapin hjá Ryanair fyri fyrsta ársfjórðing fyrr í juli, varð sagt, at felagið væntar "munandi" lægri ferðaseðlaprísir í juli, august og september í mun til í summarið í fjør.

Norwegian lækkaði eisini sínar væntanir fyrr í juli, meðan komandi SAS-eigarin Air France-KLM hevur boðað frá, at hann fer undir nýggjar sparingar og setanarsteðg fyri at møta avbjóðingunum.

SAS søkti um konkursverju í USA miðskeiðis í 2022. Síðani tá hevur felagið verið í eini sokallaðari kapittul 11 tilgongd.

Ein dómstólur í USA, ES og svenska rættarskipanin hava síðani góðkent endurreisingarætlanina hjá SAS, har eitt samtak tilsamans fer at seta 13,2 milliardir svenskar krónur í SAS og harvið yvirtaka ognarrættin.

Í samtakinum eru kapitalgrunnurin Castlelake, flogfelagið Air France-KLM, Lind Invest við danska handilsmanninum Henrik Lind á odda og danski staturin.

 

/ritzau/