Satchwell og Kjartan á veg til danskan hondbólt

Tað ljóðar, at gamla felagið hjá Vilhelmi Poulsen ætlar at hava tveir landsliðsleikarar í hópinum komandi kappingarár

Samansett mynd: Handball Transfers

Danska heimasíðan, Handballtransfers.dk skrivar, at tveir landsliðsleikarar sum hava roynt seg í norskum hondbólti nú er á veg til gamla felagið hjá Vilhelmi Poulsen, Lemvig-Thyborøn.

 

Lemvig-Thyborøn flutti niður úr bestu deildini farna kappingarár, men ætlar sær sum skjótast upp aftur í bestu deildina.

 

Sambært Handballtransfers er talan um Kjartan Johansen og Nicholas Satchwell.

 

Hetta hevur Handballtransfers frá keldum, men enn er hetta ikki alment váttað.

 

Kjartan hevur roynt seg í Bækkelaget seinnu árini, meðan Nicholas farna kappingarár royndi seg í Viking TIF.

 

 

 

Samansett mynd: Handball Transfers