Secret Service-leiðari viðgongur feilir við morðroynd á Trump

Donald Trump varð raktur av byrsuskoti á veljarafundi. Trygdartænastan gjørdi feilir, viðgongur ovasti stjórin.

Leiðarin í loynitænastuni, Kimberly Cheatle, viðgongur, at hon og trygdartænastan gjørdu feilir, tá forsetavalevnið Donald Trump varð raktur av skotum áeinum veljarafundi.

Soleiðis ljóðar tað í hoyring í kongressini í dag, skrivar Reuters.

Drápsroyndin móti Trump hendi á einum veljarafundi í Pennsylvania, har Trump var í ferð við at halda røðu, tá hann varð raktur av kúlu í høgra oyra.

Hann fekk ikki álvarsligan skaða.

- Vit gjørdu mistøk. Sum stjóri í amerikansku loynitænastuni taki eg fulla ábyrgd av øllum trygdarbrotum, sigur Cheatle.

- Drápsroyndin móti fyrrverandi forsetanum Donald Trump 13. juli er tað størsta operationella fiaskoin nakrantí hjá Secret Service í áratíggju, stendur víðari.

Loynitænastan hevði sníkiskjúttar til staðar á takinum á øðrum bygningum, men eingin var til staðar á takinum á bygninginum, sum skot vórðu latin úr.

 

/ritzau/