Seinast í mánaðinum skal klokkan flytast

Enn er eingin avgerð tikin um, hvussu verður í framtíðini

Nú nærkast tíðin, har klokkan skal flytast fram til summartíð. Tað verður sunnunáttina 26. mars, klokkan eitt, at klokkan verður flutt fram til klokkan tvey.

 

Summartíðin endar aftur sunnunáttina 29. oktobur klokkan tvey og tá verður klokkan sostatt flutt aftur til klokkan eitt.

 

Seinastu árini hevur tað verið ein afturvendandi spurningur um vit skulu halda fram at flyta klokkuna fram og aftur hvørt vár og hvørt heyst.

 

Kunngerðin um at flyta klokkuna er bara í gildi fyri í ár og orsøkin til tað er kanska, at undanfarna samgonga ætlaði, at hetta skuldi vera síðstu ferð at vit skiftu ímillum.

 

Undanfarna samgonga helt sostatt, at vit skuldu hava summartíð alt árið. Men tann ætlanin fall burtur, tá ið val varð útskrivað.

 

Og Aksel V. Johannesen, løgmaður, upplýsti fyrr í ár í KvF, at hetta var ikki eitt mál, samgongan arbeiddi við, og sum støðan er nú, hevur hann ongar ætlanir um leggja uppskotið fram aftur um at avtaka vetrartíðina.

 

Tá ið skipanin við summartíð og vetrartíð kom í 1980, var trupulleikin, at Føroyar vóru tveir tímar aftan fyri londini í Evropa og at skrivstovutíðirnar í Føroyum og hjá grannalondunum, bara vóru tær somu í tríggjar tímar um dagin, ella tríggjar og ein hálvan tíma í besta føri.

 

Við at seta summartíð í gildið í Føroyum varð sostatt ein heilur tími lagdur afturat, har vit kundu hava telefonsamband við útheimin.

 

Tá ið vit skifta frá vetrartíð til summartíð, taka vit fyrsta tíman av dagsljósi um morgunin, og leggja hann afturat um kvøldið í staðin. Gjørdu vit ikki hetta, hevði sólin komið upp longu klokkan hálvgum trý um náttina Av tí at vit flyta klokkuna, kemur hon upp klokkan hálvgum fýra.

 

Vit missa sostatt ein tíma av dagsljósi tíðliga á morgni, men fáa hetta ljósið aftur um kvøldið. Tá ið vit hinvegin skifta frá summartíð til vetrartíð, taka vit tíman aftur frá kvøldinum og leggja hann afturat morgninum.

 

Les meiri her: Næsta ár eigur at vera seinastu ferð