Sending um kappróður á Rás2

Summarið er í nánd, og summar fyri nógv merkir ljósar nættur, gott veður og ikki at gloyma kappróður.

Í dag klokkan 16 fer kappróðrarsendingin á Rás 2 av bakkastokki, saman við viðmerkjarum verður Petur í Gong vertur.

Kappróðrarsendingin verður send beinleiðis hvønn mikudag klokkan 16 fram til 31. juli.

Sendingin verður at hoyra á Rás 2 og endursend har. Eisini verður sendingin løgd út sum poddvarp á ras2.fo, skrivar útvarpsstøðin.