Sendu trý full fólk av Tvøroyri til Havnar aftur

Í gjár vóru trý fólk á Tvøroyri, sum vóru komin úr Havn, so full, at tey máttu bíða á løgreglustøðini har suðuri, til Smyril fór aftur til Havnar.

Um 14-tíðina í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónur á Tvøroyri lá avdottin og kláraði seg ikki sjálvan. 

 

- Persónurin varð tikin inn á støðina at koma fyri seg aftur, áðrenn Smyril skuldi fara av Tvøroyri til Havnar.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at hetta var ikki einasta slíka hendingin á Tvøroyri í gjár.

 

- Um 16.25-tíðina fingu vit aftur eina fráboðan um, at tvey full fólk lógu avdottin í gamla kappróðrarneystinum á Tvøroyri.

 

Eisini hesi fólkini vórðu tikin inn á støðina á Tvøroyri, soleiðis at tey kundu vera har, til Smyril fór av Tvøroyri. 

 

Vaktleiðarin sigur, at øll hesi trý fólkini - av báðum kynum - vóru komin úr Havn og skuldu norður aftur til Havnar.

 

- Hetta vóru fólk, ið vera mett sum heimleys, og tey vóru so í hesum førinum øll endað á Tvøroyri, verður lagt aftrat.