Kendi danski dansarin og undirhaldarin SIGMUND, sum hevur føroysk ættarbond, fer at læra børnini kular TikTok-dansir.
SIGMUND er dugnaligur sangari og dansari, og hann er kendur úr X Factor og fleiri øðrum sjónvarpssendingum. Nú kemur hann á fyrsta sinni á Summar Festivalin.
SIGMUND fer at hava tveir dansiverkstaðir í Silvalandi, og øll børn eru hjartaliga vælkomin at luttaka og læra stuttlig og modernað dansifet. SIGMUND fer eisini at heilsa uppá, og hvør veit – kanska ber til eina mynd saman við honum eisini.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 7. til 9. august. Silvaland er hósdag og fríggjadag frá kl. 15 til 19 og leygardag frá kl. 14 til 19.
Dansiskúlin hjá SIGMUND verður í Silvalandi leygardag kl. 14:15 og 15:45.
Her kanst tú lesa serblað um Summar Festivalin