Siga tað aftur: Vit skulu lata oljuna liggja

Vit skulu ikki loyva nøkrum at leita eftir olju við Føroyar, sigur umhvørvisfelagsskapur

Fyri at varðveita eitt trygt veðurlag er tað neyðugt, at heimsins lond minka sítt útlát munandi.  Tað siga tey í Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag, FNU, eftir aðalfundin í gjár.

 

– Størstu ábyrgdina at minka um útlátið hava tey ríku londini og stórfyritøkur, sigur FNU

 

– Og sum eitt av heimsinsríkastu londum eftir fólkatalinum,  hava føroyingar eina stóra ábyrgd, ikki minst tí at vit eru tað landið, sum hava eitt tað størsta útlátið eftir fólkatalinum.

 

Tí siga vit enn eina ferð: Latið oljuna liggja, sigur FNU í eini yvirlýsing, sum varð samtykt á aðalfundinum.

 

Tey siga, at Føroyar eiga at boða oljufeløgum frá, at tey sleppa ikki at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, sigur FNU. 

 

– Undirgrundin er okkara, og tí er tað okkara møguleiki, og rættur, at gevast at leita eftir olju og gassi í føroysku undirgrundini.

 

FNU mælir Føroya landsstýri og Løgtinginum til at umhugsa sína støðu av nýggjum, og at boða alment frá, at Føroyar lukka open-door skipanina, og at vit sostatt ikki longur bjóða fyritøkum leita eftir olju og gassi.

 

Heldur eiga vit at seta ferð á grøna orkuskiftið, minka um føroyska orkunýtsluna og seta orkusparingar í verk, sigur FNU.