Sílið styrkti um sína støðu

5-mannafør gentur 14 – 16 ár: Í dag átti Havnar Róðrarfelag bæði fremsta og næstfremsta bátin

Óføru genturnar umborð á Sílinum vunnu í dag fimtu av fimm kappingum. Tað ber við sær, at Sílið hevur fulla úrtøku og er heilt stórur FM favorittur.

 

Ørnin úr Sandavági er framvegis næstfremst í FM kappingini, men í dag var Ørnin aftanfyri bæði Sílið og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag.

 

Tað ber við sær, at Sílið hevur 35 stig, Ørnin hevur 29 stig, og Drekin hevur 26 stig.

 

Í dag átti Drekin besta startin, og Drekin var fremstur eftir startspurtin. So fann Sílið rætta lagið, og í miðróðrinum vann Sílið seg tað mesta av einari bátslongd framum. Men tað var ongantíð leyst millum tveir teir fremstu bátarnar, og tað var ein bátslongd millum nummar tvey og trý.

 

Hinir bátarnir vóru allir væl aftari.

 

Tað kann vera, at Sílið ikki fer at tryggja sær FM heitið á vestanstevnu, men tað er møguleiki fyri tí, og eingin ivi er um, at Sílið verður FM vinnari, tá ið ólavsøkuróðurin verður av.

 

##med2##