Undirritanin av hesum protokollum tryggjar, at marknaðaratgongdin til Kina verður víðkað til fleiri vørusløg enn áður.
Áðrenn undirritanina, var fundur millum landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum og kinverska vararáðharran, Zhao Zenglian. Á fundinum fegnaðust báðir partar um góða samstarvið millum heilsumyndugleikarnar í londunum báðum og umrøddu týdningin, ið hesar protokollir hava fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina.
– Tað er týdningarmikið, at føroyska útflutningvinnan fær betri atgongd til fleiri marknaðir fyri at tryggja, at okkara útflutningur ikki gerst ov sárbærur fyri broytingum á heimsmarknaðinum. Tí hava protokollir sum hesar týdning og eg eri sera fegin um, at hendan undirritanin kom í lag, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum.
##med2##
Í morgin hittir landsstýriskvinnan varauttanríkisráðfrúina, Hua Chunying.