Tað eru júst 25 ár síðani, at Olsen-brøðurnir vunnu altjóða Melodi Grand Prix við "Fly on the wings of love".
Nú skal annar av duoini aftur á Eurovision pallin undir fyrru hálvfinaluni í ársins grand prix í kvøld í Basel í Sveis.
- Eg kenni meg faktiskt sum eitt slag av heiðursgesti. 25 ár eru liðin, og eg fylti 75 ár í mars, sigur Jørgen Olsen.
Fýra ár yngri beiggi hansara, Niels "Noller" Olsen, noyðist at hyggja úr Danmark. Hann er framvegis merktur av blóðtøppinum, sum rakti hann í 2019 og heilasvullinum, sum hann fekk staðfest stutt eftir.
- Hann ynskir góða eydnu, sigur Jørgen Olsen.
- Tað er spell, at hann ikki kann vera við. Men soleiðis er tað. Nú skilji eg tað, men tað hevur verið ræðuligt. Tíbetur havi eg hann enn, og vit tosa sera væl saman og eru enn ordiliga góðir vinir.
Hann fer á pallin í St. Jakobshalle. Her fer hann at syngja eina nýggja útgávu av "Fly on the wings of love", sum hevur fingið heitið "United by Music" - sameint av tónleiki - sum eisini er slagorðið á grand prix.
##med2##
Orðini eru broytt eitt sindur, og útsetingin er øðrvísi og byrjar við Eurovision-fanfaruni.
- Tað er eisini ein politiskur vinkul við tí, og tað er kærleiki og skil. Hvussu ofta hevur menniskjað verið sameint av tónleiki, sigur Jørgen Olsen og heldur fram:
- Eg føli veruliga, at tað er ein boðskapur til heimin. Tá kunnu tey lurta ella ikki. Men eg standi har og eri sera stoltur av at sleppa at siga ta útsøgnina.
Hetta fer at binda knútin, tá hann týskvøldið fer á pallin við United by Music útgávuni av sínum og Nollers evergreen.
Seinna hálvfinalan verður hósdagin.
Danska Eurovision vónin í ár, Sissal, fer á pallin í eini roynd at syngja Danmark í finaluna leygardagin og í síðsta enda fáa Eurovision til Danmarkar, eins og Olsen-brøðurnir gjørdu fyri 25 árum síðani.
##med3##
/Ritzau/