Fiskavirkið í Gøtu er eitt av virkjunum, sum keypir nógvan botnfisk til saltingar. Myndin varð tikin í Norðragøtu herfyri, og myndamaður er Álvur Haraldsen.

Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap í løtuni

Gongd er nú komin á aftur hjá línuflotanum, og í løtuni eru tvey ísfiskalínuskip og sjey frystilínuskip til fiskiskap.

Fiskavirkið í Gøtu er eitt av virkjunum, sum keypir nógvan botnfisk til saltingar. Myndin varð tikin í Norðragøtu herfyri, og myndamaður er Álvur Haraldsen.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip á Íslandsrygginum, og eitt av teimum smærru ísfiskalínuskipunum er á Føroyabanka.

 

- Bæði skipini koma inn at landa í næstu viku. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av longu, svartkalva og brosmu.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini sjey frystilínuskip til fiskiskap í løtuni.

 

- Fýra eru á landgrunninum, eitt á Íslandsrygginum, eitt í Íslandi, og eitt fiskar í Grønlandi. Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu og brosmu.

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur. 

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum á landgrunninum er smáligur, men bátarnir hava góðan fiskiskap á Føroyabanka.

 

Lagt verður aftrat, at útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu.

 

 

 

Fiskavirkið í Gøtu er eitt av virkjunum, sum keypir nógvan botnfisk til saltingar. Myndin varð tikin í Norðragøtu herfyri, og myndamaður er Álvur Haraldsen.