Sjúklingurin skal í fokus

Tað er óskiljandi , at stórfingna føðingardagsgávan Tesla MR-skannarin  til Klaksvíkar Sjúkrahús á 125 ára føðingardegnum skuldi fáa slíka móttøku, sum hann  hevur fingið frá sitandi landsstýri og øðrum við.  Hetta er fullkomiliga farið av sporinum.

 

Eitt annað sum undrar meg stórliga er,  hvussu tigandi okkara samgonguumboð  úr Norðoyggjum eru. Hvar eru tit,  ætla tit bara lata standa til.

 

Sjálvsagt skal Klaksvíkar Sjúkrahús hava  skannaran . Alt annað er púra  burturvið. Pláss er  fyri honum  og hann kemur at standa  væl. Latum okkum  fáa hann uppsettan og tiknan í brúk skjótast møguligt, so hann kann gera gagn beinanvegin.    Skjót hjálp er dupult hjálp.

 

Latum okkum hava  planlagdar viðgerðir  á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað er  upplagt.  Bara í Keypmannahavn t.d. eru fleiri stór sjúkrahús, hvørt  við sínum  kompetancum  við  undir 10 min koyritíð ímillum.  Hví so ikki eisini í Føroyum um enn  í minni format ?   Facilitetirnir eru her, bygningurin , útgerðin, starvsfólkini.  Størst er langtífrá ikki altíð best.

 

 

 

Skannarin kemur sannlíkt at bjarga mannalívum

 

Skannarin kemur sannlíkt at bjarga mannalívum og bøta um lívsgóðskuna hjá mongum. Jú fyrr tess betur. Skannarin kundi kanska longu verið uppsettur á Klaksvíkar sjúkrahúsi,   um landstýrið ikki  legði forðingar í vegin.   

 

Umframt at spara sjúklingin   fyri  stríð og møði, sum tað er at blíva sendur uttanlands, so kemur skannarin haraftrat at spara  sjúkrahúsverkinum nógvan pening, tí færri sjúklingar blíva sendir uttanlands. Tað er styttri til Klaksvíkar enn til Danmarkar og talan blívur  tí soleiðis  um ein styttri og nógvar ferðir bíligari  tein til  ein sera framkomnan skannara. So hvørjum verður bíðað  eftir ?   Vónandi skyldast bíðitíðin ikki, at leitað verður eftir eini grund til at gávan ikki skal á Klaksvíkar sjúkrahús.

 

Latum okkum ikki kjakast um hvør førir  lokalpolitik og hvør ikki ger tað. Lat okkum gloyma egin áhugamál og stríð um kongaríkir og prinsippir í hesum málinum.   Sjúklingurin skal  í fokus. Latum okkum hugsa um hvat er best fyri sjúklingin.  

 

Vónandi  endar hetta ikki  sum  við røntgeni , mammogratitólinum og kuvøsuni, sum tað í síni tíð bleiv samlaður peningur inn til í Klaksvík fyri at geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum gávu.    Hetta  endaði alt á LS við ymsum grundgevingum.  Somuleiðis  bleiv føðideildin flutt suður á LS.

 

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

 

løgtingskvinna