Vilja heiðra hann fyri ómetaliga stórt arbeiði

Hann er ein undangongumaður at bøta um ferðslutrygdina í Føroyum

Í morgin, týsdagin 13. septembur, verður Petur Jacob Sigvardsen 90 ár og hetta høvið brúka tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd til at geva honum heiður. Tey siga, at tey vilja fegin heiðra »merkismannin Petur Jacob, so er tað fyri hansara ómetaliga stóra arbeiði fyri RFF og ferðslutrygdina sum heild«, sum tey málbera seg.

 

Petur Jacob var við til at stovna Ráðið Fyri Ferðslutrygdí 1976 og hann verður nevndur sum maðurin, ið átti hugskotið til navnið Ráðið fyri Ferðslutrygd, RFF. Petur Jacob var næstformaður í starvsnevndini fyri RFF øll árini frá 1976 fram til 1993, tá hann varð valdur til formann. Hetta starv røkti hann til 2004, tá hann legði frá sær. Petur Jacob var eisini undangongumaðurin við at fáa okkum nullhugsjónina inn í arbeiðsetningin hjá RFF. Í dag er hetta ein púra náttúrligur partur av ferðslutrygdararbeiðinum og beinleiðis ásett í ferðslulógini. Nullhugsjónin er, at vit skulu skipa ferðsluna soleiðis, at eingin doyr, ella fær álvarsligt mein í ferðsluni.

 

– Hansara ómetaliga stóra og vælgreidda arbeiði ferðslutrygdini at frama, eru vit øll serstakliga glað og takksom fyri, siga tey í RFF. Og eftir at Petur Jacob legði frá sær sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, varð støða tikin til at gera hann til heiðurslim. Ein tign, sum hann var serliga glaður fyri, sum viðurkenning fyri stórt og gott avrik.

 

– Tað er eisini gleðiligt hjá okkum at síggja, at Petur Jacob framvegis er so áhugaður í RFF, at hann næstan altíð er at síggja á tiltøkum, sum RFF skipar fyri. Eingin ivast í, at Petur Jacob framvegis brennir fyri hugsjónini og tað letur hann okkum eisini vita, tá hann tekur orðið á fundi hjá RFF, siga tey.

 

 Petur Jacob er føddur við Gjógv, sonur Karl Jacob Sigvardsen og Elisabeth f. Joensen, bæði frá Gjógv. Petur Jacob var giftur við Jacobinu f. Petersen, úr Sandavági, sum doyði fyri tíggju árum síðani og eiga tey børnini Estrid Paula, Karl Eli Petur og Fróði.

 

Petur Jacob tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1956 og hevur verið lærari í Mykinesi, Miðvági og Tórshavn. Hann varð settur skúlaráðgevari 1. august 1973, til hann 1. desembur 1979 varð settur sum deildarleiðari í Landsskúlafyrisitingini. Hann virkaði eina tíð sum landsskúlastjóri, til hann fór úr starvi 1. august 1997.

 

Petur Jacob er rithøvundur av Guðs náði. Tað er ikki hissini verk hann hevur lagt fyri dagin, har serliga heimbygdin við Gjógv er væl lýst í fleiri bókum. Tá Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskir at heiðra merkismannin Petur Jacob, so er tað fyri hansara ómetaliga stóra arbeiði fyri RFF og ferðslutrygdina sum heild, siga tey í RFF.