Skála dyrgir hjá grannunum

1.deild menn: Skála hevur gjørt sáttmála við Meinhard F. Janusarson og Marjus Nón

Við yvirskriftini ”Tveir ungir NSÍ’arar komnir yvirum fjørð” boðar Skála frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Meinhard F. Janusarson og Marjus Nón.

 

- Meinhard F. Janusarson 20 ár, og Marjus Nón 18 ár, hava báðir skrivað undir tvey ára sáttmála við Skála ÍF. Báðir hava higartil bert umboðað barndómsfelagið NSÍ, og báðir hava nógvar dystir í beinunum, serliga úr 1.deild og U21, skrivar Skála og leggur afturat:

 

- Í báðum førum er talan um álopssinnaðar spælarar, ið kunnu spæla á fremstu plássunum, og kunnu styrkja um álopspartin á liðnum.

 

Skála hevur hildið upp á meginpartin av spælarunum frá í fjør, hóast liðið flutti niður. Tó er Poul Kallsberg farin til Víking, men tað hevur millum annað eydnast at hildi fast í sterka verjuspælaranum, Jákupi Jacobsen.