Landsliðsleikarin, Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í Fælledhøllini mátti Skanderborg lúta 26-31 fyri Silkeborg-Voel. Tað lá betri fyri hjá Skanderborg í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Súna skoraði eitt mál og legði upp til fýra mál (assist).
Skanderborg er tvey stig frá áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. Skanderborg hevur sjey stig á tíggjunda plássinum.