Skiparin á Brimli: - Vit fara at seta á Skoraberg nú

- Skipið er leyst av miðjuni og aftureftir, sigur skiparin á Brimli, Elias Zachariassen

- Vit fara at gera eina roynd nú, og riggar tað ikki við Ziska, verður roynt við Brimi, sigur skiparin

Tað var í nátt, at partrolarin Skoraberg fór á land eystantil á Kalsoynni, nakað sunnanfyri Syðradal.

 

Brimil og Ziska hava ligið hjá skipinum, og eingin av manningini er eftir umborð.

 

Bíðað hevur verið eftir flóð, og nú fer Ziska at gera eina roynd at hála skipið avaftur.

 

Skiparin á Brimli, Elias Zachariassen, ivast í, um Ziska megnar at gera nakað við skipið, tí tóvmegin er avmarkað.

 

- Vit fara at gera eina roynd nú, og riggar tað ikki við Ziska, fara vit at gera eina roynd við Brimli.

 

Elias Zachariassen sigur, at Skoraberg stendur líka sum á tveimum kneysum, men skipið er leyst frá miðjuni og aftureftir.

 

- Eg haldi, at hetta sær hampiliga gott út, men tað er ógjørligt at siga nakað við vissu, fyrr enn uppgávan er loyst.

 

Skiparin heldur fyri, at vit kunnu hoyrast aftur seinni, tá skipið vónandi er leyst úr kalsoyarlandinum.

 

 

 

- Vit fara at gera eina roynd nú, og riggar tað ikki við Ziska, verður roynt við Brimi, sigur skiparin