Sláið manngarð um Suðuroyar Sjúkrahús

Okur skulu menna Suðuroyar Sjúkrahús og hava serdeildir, sum bjóða sjúklingum suður

Nú tykist søgnin um Suðuroyartunnilin veruligari enn nakrantíð, og tað fegnast okur um. Vegateinurin úr Akrabyrgi til Tinghúsvegin verður áleið 90 kilometrar, og hetta er frambrot fyri oynna.

 

Tað er vandi í hvørjari vælferð

 

Suðuroyartunnilin, sum er neyðugur fyri Suðuroy, kann bera við sær ringvirkningar av hóttanum, sum hava hug at avlaga Suðuroyar Sjúkrahús – hetta má ongantíð góðtakast!

 

Standa okur saman, og standa okur stinn, megna okur at verja og framhaldandi menna okkara sjúkrahús.

 

Megna Klaksvíkingar tað, megna suðuroyingar tað eisini

 

Okur mugu tó brynja okum at standa saman um Sjúkrahúsið, og tað er ongantíð ov tíðliga at stinga út í kortið, at Suðuroyar Sjúkrahús, sum er til gleði og gagn fyri allar suðuroyingar – og føroyingar annars – skal framhaldandi mennast – ikki avlagast. Við tí í mentu, skulu okur umhugsa at tillaga sjúkrahúsverkið soleiðis, at øll trý sjúkrahús hava serdeildir á ymsum økjum.

 

Dialysumaskinan var ein døpur søga

 

Tað er eingin loyna, at sosiali og landafrøðiligi órætturin gjørdi um seg, tá einstaklingar í Suðuroy meginpartin av vikuni skuldu verða í útlegd og ferðast heimanífrá til dialysuviðgerð í meginøkinum. Hetta – um je má siga tað bart út – var skomm fyri okra heilsuverk, og slíkt má og skal ongantíð koma fyri.

 

Okur hava tíverri havt aðrar líknandi søgur um sosialan órætt, tí ein er borgari í Suðuroy.

 

Um ikki vit gera vart og bart; hvør skal so?



Velji ein suðuroying við máttmiklari rødd á ting!

 



Við sjálvstýriskvøðum

 


Seti kross við Kristin Michelsen til valið hin 8. desembur 2022

 

Valevni Sjálvstýrisfloksins

 

 

 

Fyri meira kunning sí heimasíðu Sjálvstýrisfloksins á leinkjuni niðanfyri:

 

https://sjalvstyri.fo/index.php/2022/12/02/slaid-manngard-um-suduroyar-sjukrahus/