Tað skal eingin grind haldast til kring landið fyrr enn vandin fyri koronasmittuni er av.
Tað eru teir tríggir sýslumenninir kring landið, samdir um.
Tað eru tríggir sýslumenn í Føroyum, Karl Johansen er sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoy, Jaspur Vang er sýslumaður í Suðuroy og Finnbogi Midjord er sýslumaður í Streymoy, í Vágum og í Sandoy, har grindapláss eru.
Og teir eru allir tríggir samdir um, at eisini í sambandi við grindadráp skulu tilmælini frá myndugleikunum haldast.
Tilmælini eru, at fólk skulu halda seg heima sum mest, og fara vit út, skulu vit vera minst tveir metrar frá hvørjum øðrum. Og annars skulu vit ikki savnast í bólki sum eru størri enn tíggju fólk – í mesta lagi.
Skuldu vit loyvt grindarakstri undir hesum umstøðunum, høvdu vit lagt upp til at brotið hesi bæði tilmælini, tí vit høvdu ikki kunna tryggja, at tað eru meiri enn tveir metrar ímillum fólk, og vit høvdu heldur ikki kunnað forða fyri, at fólk savnast í størri bólkum enn 10 fólk í mesta lagi, sigur Jaspur Vang.
Karl Johansen sigur, at tað er sjálvsagt, at tilmælini frá myndugleikunum verða hildin, eisini á hesum øki. Og so leingi hesi tilmælini standa við, stendur bannið ímóti at halda grind til, eisini við, sigur hann.
Hann leggur afturat, at sýslumenninir fara at halda tilmælini hjá smyndugleikunum, sama hvønn veg tey ganga.
Hetta man vera fyrstu ferð í Føroya søgu, at grindahvalur hevur verið fullkomiliga friðaður í Føroyum, men tað er hann so nú – og tað verður hann til tiltøkini ímóti korona verða tikin av aftur.
Grindamenn eri samdir
Hetta er eitt støða, sum grindamenn taka undir við.
Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sigur, at teir í nevndini í felagnum hava umrøtt støðuna og teir eru samdir um, at so leingi vandi fyri koronasmittu stendur við, er tað ikki rætt at grind verður hildin til.
– Vit mæla til at vit altíð fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, eisini í sambandi við grindadráp.
Og tað merkir, at Grindamannafelagið mælir frá, at vit drepa grind, støðan er nú, sigur hann.
Hann heldur, at grindadráp, og grindabýti kunnu vera stórar smittukeldur, tí nógv fólk eru saman á smátum økjum.
– Tí haldi eg, at vit eiga at virða tilmælini hjá myndugleikunum, leggur hann afturat.
Hann sigur, at í sambandi við grind, er støðan eisini tann, at tá kemur fólk saman nógva staðni frá.
– Nógv fólk halda í somu línu og grindamenn turka sær ofta um andlitið, og tað mann nytta lítið at brúka spritt í eini grind, leggur hann afturat.
– So samanum tikið er álvarsligur vandi fyri smittuspjaðing í eini grind og fyribils eiga vit tískil at lata vera við tí, sum umstøðurnar eru, sigur formaðurin í grindamannafelagnum.
Hasum taki eg undir við
Eisini Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sum umsitur grindamálum, tekur undir við avgerðini hjá sýslumonnunum
Hann vísir á, at vit hava rætt til grind, men í lógini hava myndugleikarnir kortini nakrar heimildir til at nokta fyri, at grind verður tikin til.
Dømi eru um, at myndugleikarnir hava brúkt heimildina at nokta fyri at grind verður hildin til tá ið er veðrið er ringt.
Tá hava sýslumenn, av trygdarávum, sýtt fyri at grindin verður hildin til.
Men nú er ein annar vandi á ferð, og tað er vandin fyri at koronamittan skal breiða seg.
Í hesum sambandi hava myndugleikarnir mælt til, at vit ikki savnast í bólki og at vit halda okkum minst tveir metrar frá hvørjum øðrum.
– Tá ið sýslumenninir so hava gjørt av, at undir verandi umstøðum skal grind ikki haldast til, gera teir ikki annað enn at fylgja teimum tilmælunum, myndugleikarnir sjálvir hava sett í verk, og tað kann eg ikki hava nakað ímóti, sigur Jacob Vestergaard.
Hann minnir á, at vit hava ring minni um nettupp tað, at fólk eru smittað av herviligari sjúku í eini grind.
Tiltiknasta dømið um tað er grindin, sum var í Gøtu í desember í 1935, sum síðani er kallað Meslingagrindin, tí grindamenn høvdu meslingar og tað smittaði frá sær við teirri avleiðing, at fleiri fólk fngu meslingar, og fleiri av teimum doyðu.
Grindamenn fáa ikki hildið aðalfund
Nú leygardagin var ætlanin, at aðalfundur skuldi vera í Grindamannafelagnum.
Men sum alt annað í Føroyum í hesum døgum, er eisini hann útsettir, til vandin fyri koronasmittuni av av, og lívið aftur er komið í eina trygga legu.
Sostatt er enn óvist, nær fundurin verður, men tað verður ikki fyrr enn myndugleikarnir aftur halda, at tað er ráðiligt at fólk savnast í størri bólkum.
Grindamenn plaga altíð hava aðalfund í Norðurlandahúsinum, men hesa ferð er ætlanin at hava fundin á hvalastøðini við Áir.
Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum, sigur, at tey gjørdu eitt undantak í ár, tí tey høvdu fingið høvi til at fáa fólk av Søvnum Landsins at greiða grindamonnum frá um hvalastøðina, og at vísa teimum runt.