Tvey partrolarapør fiska upsa og annan hvítfisk, men fiskiskapurin roynist einki serligt.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Lagt verður aftrat, at væntandi loysa nøkur pør aftrat í næstum.
Tvey partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði.
Nú fer gulllaksavertíðin at styttast, og tá liðugt er á gulllaksi, fara skipini aftur á upsaveiði.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur.
- Ein frystitrolari er undir Føroyum, og ein fiskar í Eysturgrønlandi. Báðir royna eftir svartkalva.
Tríggir av teimum smáu trolbátunum eru norðan fyri, har teir fáa mest av hýsu, toski og flatfiski.
Sagt verður, at teir smáu trolbátarnir hava góðan fiskiskap, og allir koma inn at landa í vikuni.
Fýra garnaskip eru í løtuni til fiskiskap. Tvey fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku.
- Garnaskipini hava misjavnan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.