Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld.
Kyndil vann í høllini á Hálsi stórsigur 36-22 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 19-7.
Turið Arge Samuelsen skoraði heili 17 mál fyri Kyndil í kvøld.
Kyndil er nú tvey stig frammanfyri Neistan, ið spælir móti VB í annaðkvøld klokkan 19.30.
Kyndil hevur málmunin pluss 157, meðan Neistin hevur málmunin pluss 103.
Tí kann Kyndil tryggja sær annað plássið, og harvið beinleiðis atgongd til FM-hálvfinalurnar við sigri á VB suðuri í Vágshøll, sunnudagin 1. apríl klokkan 15.
##med2##
Her er dómaraseðilin frá HSF:
##med3##