SMS: Kyndilskvinnur eru FM-vinnarar 2024

Tað loysnaði ikki fyrrenn ta seinastu løtuna í triðju FM-finaluni móti StÍF

Kyndil tryggjaði sær seinnapartin FM-heitið í SMS-deildini við 23-19 sigri á StÍF í tí triðju FM-finaluni, ið var leikt í Hoyvíkshøllini.

 

Kyndil vann sostatt ein samlaðan 3-0 sigur í FM-finaluuppgerðunum.

 

StÍF gav leingi Kyndil ein skarpan gang, og í steðginum vóru strandakvinnur á odda 12-11.

 

Tá níggju minuttir vóru eftir var støðan javnleikur 18-18, men so glapp hjá Kyndli. Jovana Stranjanac hevði nakrar avgerandi bjargingar, og álopið fekk sett tey avgerandi málini inn, og so kundu kyndilskvinnur fegnast um at vera FM-vinnarar, steypavinnarar, stórsteypavinnarar og vinnarar av grundspælinum 2023-2024. 

 

Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við seks málum. Natasja Hammer var toppskjútti hjá StÍF við átta málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##