SMS: VÍF vann á Eiði

VÍF hevur fult stigatal í SMS-deildini

Mikukvøldið var ein dystur leiktur í SMS-deildini.

 

VÍF sum framdi góð avrik í Evropa farna vikuskiftið ferðaðist til høllina á Eiði fyri at spæla dyst móti EB.

 

VÍF vann dystin 29-22. Í fyrra hálvleiki lá sera væl fyri hjá vestmannakvinnum, ið vóru á odda 16-8 í steðginum. 

 

Erna Pajic var toppskjútti hjá EB við níggju málum. Fríða Nolsøe Olsen og Lise Marie Nesse Evensen vóru toppskjúttar hjá VÍF. Tær skutu seks mál hvør.

 

VÍF hevur framvegis fult stigatal. Vestmannakvinnur hava á triðja plássinum seks stig fyri tríggjar dystir.

 

HER ber til at síggja dómaraseðilin frá HSF:

 

##med2##

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
Kyndil51881038510
H715173133408
VÍF38857316
StÍF498108-104
Neistin49097-74
EB5122163-412
VB495132-370
Stjørnan485146-610