Tey, ið ætla sær til Suðuroyar síðsta túr í morgin, ella norður fríggjamorgun, mugu leggja sær aðrar planir. Tí túrarnir eru avlýstir.
Talan er heilt neyvt um túrarnar hósdagin 25/7 klokkan 21:15 av Havnini og fríggjadagin 26/7 kl. 07:00 av Krambatanga ikki sigldir.
– Ferðafólk, ið hava bílagt pláss til akfør hesar túrar, kunnu bíleggja sær pláss á øðrum fráferðum, siga tey úr Strandferðsluni.
Túrurin hósdagin 25/7 klokkan 14:15 av Havnini er fluttur til klokkan 15:00.
Strandferðslan sigur, at orsøkin er "átrokandi umvælingararbeiði umborð á Smyrli".