Snoop Dogg skal bera olympiska kyndilin

Amerikanski rapparin ber kyndilin gjøgnum Saint-Denis

Amerikanski rapparin, Snoop Dogg, skal fríggjadagin bera Olympiska kyndilin í samband við at Olymipisku leikirnir verða settir.

 

Rapparin skal bera kyndilin gjøgnum parisiska býarpartin Saint-Denis, ið hýsir Olympiska ítrottarstaðnum.

 

Olympiski kyndilin hevur ferðast kring Frakland síðan fyrst í mai. Olympisku leikirnir verða í París í døgunum 26. juli - 11. august.

 

Fleiri føroyskir íðkarar eru við til Olympisku leikirnar.