Søgulig semja í Løgtinginum í dag

Í dag hendi tað sjáldsama, at samgonga og andstøða eru samd um eitt stórmál

Tað er ikki ofta, at samgonga og andstøða í Løgtinginum eru samd um tey ymsu málini – og so slett ikki um stórmálini.

 

Eitt av hesum stórmálum er fíggjarlógin og í dag legði fíggjarnevndin sítt álit fyri Løgtingið um fíggjarlógina.

 

Og har vísir tað seg, at bæði samgonga og andstøða eru samd um tann fíggjarpolitikk, sum skal førast í ár.

 

Men tey eru eisini samd um at gera nakrar smærri broytingar, men tað eru broytingar, sum øll taka undir við.

 

Sostatt verður fíggjarlógin til umrøðu í Løgtinginum mánadagin og ætlanin er so at avgreiða hana endaliga í næstu viku, ella fyri páskir.

 

Fíggjarnevndin sigur, at nú tey hava gjørt sínar broytingar, er avlopið á fíggjarlógini slakar 144 milliónir, sum er eitt vet meiri enn í upprunaliga uppskotinum hjá landsstýrismanninum, tí har var avlopið 141 milliónir.

 

– Tað er gott at tað er ein samd nevnd, sum leggur álitið fram, sigur Fíggjarnevndin. Tey ásanna at tað er við samstarvi, at vit koma longst, hóast tey ikki ikki samd um alt.

 

 – Tað er gott fyri álitið á politisku skipanina og støðufestið í samfelagnum, sigur altso ein samd Fíggjarnevnd.