Søkt verður eftir starvsfólkið til ruskplássið í Haraldssundi

Søkt verður eftir starvsfólkið til ruskplássið í Haraldssundi

 

Um IRF og starvið:

 

IRF skal virka fyri, at kunna lata komandi ættarliðum Føroya betri og burðardyggari.

 

Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at

 

fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás.

 

IRF hevur sett fýra høvðusmál á skrá:

 

1. Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla

 

2. Reint havumhvørvi

 

3. Grøn og skynsom orkunýtsla

 

4. Eitt av Føroya bestu arbeiðsplássum

 

Tað er umráðandi at umsøkjari:

 

• kann arbeiða sjálvstøðugt

 

• er røkin

 

• er álítandi

 

• er jalig/ur

 

• er fyrikomandi

 

Uppgávunar eru í høvuðsheitinum at hjálpa og vegleiða borgarum at skilja burturkastið, annars alt

 

fyrifallandi á staðnum.

 

Umráðandi er at umsøkjari ynskir at arbeiða fyri teimum fýra omanfyrinevndu høvðusmálum hjá IRF.

 

Søkt verður eftir arbeiðsfólkið at arbeiða áleið 10 tímar um vikuna.

 

Starvsstaðurin er Haraldssund.

 

Setunarviðurskifti:

 

Starvið verður løn sambært sáttmálanum í Føroya arbeiðsgevarafelag millum Klaksvíkar arbeiðsmanna- og

 

kvinnufelag.

 

Meir fæst at vita um starvið við at venda sær til Ólavur F. Nybo, borgarstjóra á tlf. 459900

 

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 27. januar 2025.

 

Tú søkir starvið við at senda teldupost á kunoy@kunoy.fo viðmerk starvsumsókn.

 

Vit strika tínar upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tínar upplýsingar verða sum oftast

 

goymdar líka leingi sum sjálvt málið, ið upplýsingarnar eru partur av.