Tað skrivar Busines Line, bl.fo, við Bloomberg sum keldu, í dag.
Elon Musk, eigari og stjóri í Tesla kann nú staðfesta, at sølan av Tesla bilum í Evropa ikki fekk bestu byrjanina í januar mánaði 2025 samanborið við sama mánað í fjør.
Í Fraklandi, sum er næst størsti elbilamarkanaðurin í Evropa, vóru seldir 1141 nýggir Tesla bilar í januar mánaða, svarandi til eina afturgongd upp á 63% í mun til undanfarna ár.
Størsti marknaðurin fyri elbilar í Evropa er Týskland, og har er gongdin tann sama. Skrásettir vóru 1277 nýggir Tesla bilar í januar mánaði, svarandi til eina afturgongd uppá 59%. Hetta hendi samstundis sum sølan av elbilum í Týsklandi øktist við 54%.
Neiliga gongdin av søluni av nýggjum Tesla bilum sæst eisini í Bretlandi og serliga í Norðurlondum, har sølan er fallin við meira enn 40%.
Kelda: Bloomberg