3. oktober verður Søren L. Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa, 50 ár.
Søren er føddur í Struer og flutti til Føroya í 2001. Fyrstu árini í Føroyum arbeiddi hann í Fíggjamálaráðnum og á Almannastovuni. Hann byrjaði einans 30 ára gamal í stjórastarvinum í Suðuroyar Sparikassa 1. januar 2005, og hevur sostatt skjótt verið stjóri í bankanum í 20 ár.
Nógv er hent hesi árini, bæði í Suðuroyar Sparikassa og bankaheiminum, sum heild. Suðuroyar Sparikassi er millum allarminstu peningastovnar í danska kongaríkinum og megnar tó at vera ein virkin partur av føroyska samfelagnum. Hesum hevur Søren ein stóran leiklut í við sínum framskygni, áræði og dirvi, skrivar Suðuroyar Sparikassi á ss.fo.