Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt ísfiskaskip fiskar norðanfyri.
Av frystilínuskipunum fiska trý undir Føroyum, tvey eru á Íslandsrygginum, og trý fiska í Íslandi.
- Línuskipini fáa eina blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.
Um útlitin til útróður verður sagt, at streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur.
- Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni sum kemur, men verri, sum vikan gongur.
Tí verður roknað við, at nakað verður av útróðri fyrst í vikuni. Útróðrarbátarnir fáa eina blanding av hýsu og toski.
- Nakrir bátar eru á Føroyabanka, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.