Soleiðis kann Suðuroyartunnilin borast knøpp 2 ár skjótari

Tunnilin byrjar norðan fyri Sandsbygd og gongur suður til Sandvíkar — ein linjuføring, ið er 3 km longri enn forprosjekti úr Djúpadali til Sandvíkar.

Við hesi arbeiðsætlan verður tunnilin frá Sandi til Sandvíkar liðugur knøpp 2 ár fyrr enn tunnulin hjá Norconsult og tunnilsfelagnum úr Djúpadali.

 

Boring frá trimum støðum – skjótari framdrift

 

Ovara myndin vísir tunnilsboringina hjá tunnilsfelagnum, har boringin fer fram úr tveimum støðum.

 

Niðara myndin vísir okkara uppskot, har tunnilin verður boraður úr trimum støðum:

 

Frá Sandi

 

Frá Sandvík

 

Frá Skúvoy

 

Við Skúvoyarboringini verður veksuldrift nýtt, eftir at boringin er komin niður til rundkoyringina undir Skúvoy. Eisini er veksuldrift løgd inn fyri Sandvíkartunnilin. Hetta tryggjar optimala arbeiðsgongd.

 

Tað er brúktur sami borikapasitetur inn fyri báðar tunlarnar, eins og sami kapasitetur fyri liðugtgerðina fyri báðar tunnlarnar.

 

Vit hava tikið støði í kapasitetinum frá Sandoyartunlinum, har liðugtgerðin av 11 km tók 19 mánaðir.

 

Liðugtgerðin sæst sum tann grøna strikan á tunnilslinjuni.

 

Tryggari, bíligari og umhvørvisvinarligari

 

Hendan loysnin tryggjar:

 

  • Skjótari farleið fyri suðuroyingar og skúvoyingar – og liðug knøpp tvey ár fyrr enn við Djúpadalsloysnini
  • Minni váða við styttri teini frá tunnilsopi og inn til benið, har borað verður.
  • Við boring á 5 stuffum er minni váði fyri seinkingum. Um ein stuffur fær útfordringar / seinkingar við t.d lekum, so kunnu hinir 4 stuffar arbeiða við fullari framdrift.
  • Minni váða við styttri tunlum undir sjónum.
  • Jarðfrøðiligir fyrimunir við linjuføringini umvegis Skúvoy . Betri seismik úrslit á tunnilslinjuni.
  • Bestu, tryggastu og mest kostnaðareffektivu loysnina fyri brúkaran og samfelagið.
  • Betri umhvørvisliga enn Djúpadalsdalsloysnin. Ætlanin ger seg ikki inn á lendi við Stóravatn, Lyngheiðar, Líðina ella Traðarhamar.

 

Okkara visjón er ikki bert ein tunnil, men ein samlað farleið til Suðuroyar og Skúvoyar.

 

##med2##

 

Endamálið er at skapa ta bestu, tryggastu og mest kostnaðareffektivu loysnina fyri brúkaran og samfelagið—bæði í byggingini og í framtíðar nýtslu. Verkætlanin skal ikki bert virka her og nú, men eisini vera haldfør og gagnlig yvir tíð.

 

Munurin millum okkara málsetning og tunnilsfelagsins er, at meðan tey arbeiða eftir partafelagslógini og fyrst og fremst hava tunnilin sum fokus, arbeiða vit eftir, hvat er best fyri brúkaran og samfelagið. Tað er jú brúkarin og samfelagið, ið skulu bera kostnaðin, bæði við bygging og rakstri.

 

Tí er tað avgerandi at hava eitt samfelagsligt perspektiv og gagnnýta allar møguleikar fyri land og fólk.

 

 

 

Kristian Stórhamar

 

Mourits Joensen

 

Jón Sigurdsson

 

Trýst á myndina fyri at spæla filmsbrotið