Sosialurin og in.fo søkja eftir ítróttarjournalisti

Hevur tú hug at arbeiða við ítróttartíðindum, so ert tú kanska tann, ið við sóknast eftir. Okkum tørvar fólk, ið kann skriva tíðindi, samskipa, gera poddar og videosamrøður í sambandi við ítrótt.

Um starvið:

 

Tað snýr seg um at gera tilfar til Sosialin og til in.fo.

 

Talan er um fríyrkisstarv sum journalistur, har tú verður partur av eini virknari redaktión, sum heldur til í Miðlahúsinum. Talan er í stóran um um úrtíðararbeiði, av tí at ítróttartiltøk í stóran mun fara fram eftir vanliga arbeiðstíð.

 

Uppgávan er at fara til ítróttartiltøk og skriva um ítróttartiltøk og samskipa ítróttarjournalistikkin á platformum okkara.

 

Umframt at skriva greinar á in.fo fevnir arbeiðið eisini um at gera samrøður, frásagnir sum poddar og video til in.fo og sosialar miðlar.

 

Redaktiónin arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringing, hvønn dag í árinum. Tú hevur ábyrgdina av ítróttinum í Sosialinum og á in.fo og samskiftir við hini fríyrkisfólkini í ítróttartoyminum.

 

Vit vænta av tær, at tú hevur nøs fyri tíðindum og alla tíðina kanst vera úti um teg og fanga tað, sum fyriferts í ítróttarheiminum

 

Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur. Men royndir og evni telja eisini nógv.

 

Talan er um eitt fjøltáttað og mennandi starv í eini miðlafyritøku í menning. Tú fært sera góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga.

 

Umsóknir skulu sendast við teldubrævi til Eirik Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á eirikur@sosialurin.fo. Finna vit rætta persónin, verður starvið sett skjótast gjørligt.

 

Eru spurningar, ert tú altíð vælkomin at venda tær til Eirik Lindenskov, blaðstjóra, á eirikur(at)sosialurin.fo ella á 216409