SpaceX og X flyta til Texas orsaka av lóg um tvørkynd

Elon Musk hevur fingið nokk av “álopum á familjur og fyritøkur”

Kendi ríkmaðurin og íverksetarin, Elon Musk, ætlar sær at flyta høvuðssætini hjá rúmdarferðafyritøkuni SpaceX og sosiala miðlinum X úr Kalifornia til Texas.

 

Tað skrivar hann á X – sum hann sjálvur eigur.

 

Sambært ríkmanninum, so er orsøkin til flytingina ein nýggj lóg um tvørkynd børn.

 

– Nú er ovboðið. Hendan lógin, og tær nógvu lógirnar, ið slóðaðu fyri hesi lógini, ið loypa á familjur og fyritøkur, eru orsøkin til, at SpaceX fer at flyta høvuðssæti úr Hawthorne í Kalifornia til Starbase í Texas, skrivaði Musk á X.

 

Seinni legði hann afturat, at eisini X fer at flyta til Texas.

 

Nýggja kaliforniska lógin setir forboð fyri, at skúlar kunnu seta sum krav, at lærarar kunna foreldur, um barn teirra byrjar at kenna seg aftur í einum øðrum kyni enn tí, tað lívfrøðiliga er borið í heim við.

 

Elon Musk hevur 12 børn. Eitt teirra er tvørkynt, og tey bæði hava í dag onki samband og hava heldur ikki sama eftirnavn.

 

Demokratiski guvernørurin í Kalifornia, Gavin Newsom, hevur áður sagt, at Elon Musk lifrar fyri Donald Trump, sum Elon Musk hevur kunngjørt, at hann stuðlar á amerikanska forsetavalinum í november.