Spenningur um nýtt landsstýrisfólk hjá Tjóðveldi

Innan næstu vikuna skal tað vera greitt, hvør verður nýtt landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi

Ikki er greitt, um Tjóðveldi fer at velja nýggja landsstýrisfólkið innanhýsis í tingmanning floksins, ella um farið verður út um tingmanningina. Møguleikarnir í tingmanningini eru ikki so stórir. Av teimum seks tingfólkunum eru fleiri, sum eru útilokað.

 

Sirið Stenberg og Høgni Hoydal sita í landsstýrinum. Av teimum seks tingfólkunum er sjálvandi Dennis Holm útilokaður. Tað eru Liljan Weihe og Erling Eidesgaard, sum ikki longur er tingmaður, eisini. Tey hava »svikið« Javnaðarflokkin, og tí er lítið hugsandi, at Tjóðveldi fer til Aksel V. Johannesen við ynski um forfremma annað teirra til landsstýrisfólk.

 

Annika Olsen er helst í so fesk í Tjóðveldi longu at koma í landsstýrið.

 

Bjørt Samuelsen fer ikki at leggja hægsta politiska starvið frá sær fyri at gerast landsstýrisfólk. Tí eru bara Hervør Pálsdóttir, tingkvinna, og Eirikur í Jákupsstovu, varatingmaður, eftir av teimum átta, sum í løtuni umboða Tjóðveldi á tingi og í landsstýri.

 

Eirikur í Jákupsstovu hevur verið nevndur fleiri ferðir. Hann er varamaður á tingi fyri landsstýrisfólk. Men hann er einasta umboð floksins á tingi norðan fyri Havnina. Fer hann í landsstýrið, so fær Havnin aftur ein tingsess, tí so kemur Erling Eidesgaard aftur í tingið. So hevur flokkurin fimm tingfólk úr Havn og ein úr Vági.

 

Um flokkurin í staðin velur ein persón uttan fyri tingmanningina, so stendur flokkurin fríari. Hann kann velja ein úr Norðoyggjum ella úr Eysturoy, har flokkurin als ikki er umboðaður.

 

Hyggja vit eftir listanum hjá Tjóðveldi til seinasta løgtingsval, so eru fleiri valevni uttan fyri Havnina á listanum, sum áður hava sitið í landsstýrinum. Eitt nú Páll á Reynatúgu, Annita á Fríðriksmørk, Óluva Klettskarð. Men tað kann fyri tað verður onkur heilt annar.

 

Sambert lógum Tjóðveldis, so er tað aðalstjórnin og tingbólkurin í felag, sum skulu tilnevna landsstýrisfólk, sum tingbólkurin tekur avgerð um. Fær eitt uppskot ikki meiriluta í tingbólkinum, so verður tað Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, sum skal taka endaligu avgerðina. Tað vil siga, um 4 av 6 tingfólkum ikki stuðla tí sama uppskotinum, so verður tað Sirið Stenberg, sum skal taka støðu.

 

Tjóðveldi kann eisini gera sum Fólkaflokkurin gjørdi í 2021, tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard løgdu landsstýrissessirnar frá sær fyri at kroysta Anniku Olsen, sum tá var varafólk á tingi fyri Fólkaflokkin, úr Løgtinginum. Tá fór Fólkaflokkurin eftir Árna Skaale sum landsstýrismann í fiskvinnumálum. Hann hevði ongantíð havt nakað við politikk at gera og var ikki ein gong limur í Fólkaflokkinum. 

 

Hesi stillaðu upp fyri Tjóðveldi á seinasta løgtingsvali:

 

  

Navn

 
 

Atkvøður

 
 

1

 
 

Høgni Hoydal

 
 

762

 
 

2

 
 

Bjørt Samuelsen

 
 

759

 
 

3

 
 

Sirið Stenberg

 
 

455

 
 

4

 
 

Hervør Pálsdóttir

 
 

377

 
 

5

 
 

Annika Olsen

 
 

336

 
 

6

 
 

Dennis Holm

 
 

304

 
 

7

 
 

Eirikur í Jákupsstovu

 
 

295

 
 

8

 
 

Liljan Weihe

 
 

289

 
 

9

 
 

Erling Eidesgaard

 
 

216

 
 

10

 
 

Páll á Reynatúgvu

 
 

215

 
 

11

 
 

Sigrid Jensdóttir Dalsgaard

 
 

199

 
 

12

 
 

Anfinn í Toft

 
 

192

 
 

13

 
 

Annita á Fríðriksmørk

 
 

168

 
 

14

 
 

Óluva Klettskarð

 
 

158

 
 

15

 
 

Magni Arge

 
 

146

 
 

16

 
 

Høgni í Stórustovu

 
 

134

 
 

17

 
 

Jóhan Christiansen

 
 

125

 
 

18

 
 

Rógvi Nybo

 
 

94

 
 

19

 
 

Ásla Leila B. Johansen

 
 

88

 
 

20

 
 

Ingolf Sólheim Olsen

 
 

88

 
 

21

 
 

Jens Ivan í Gerðinum

 
 

71

 
 

22

 
 

Gudny Vang

 
 

64

 
 

23

 
 

Ronnie Thomassen

 
 

64

 
 

24

 
 

Kristian Oskar Henriksen

 
 

61

 
 

25

 
 

Fróði Bjarkason Skúvadal

 
 

57

 
 

26

 
 

Jógvan Jón Henriksen

 
 

43

 
 

27

 
 

Jón Kragesteen

 
 

43

 
 

28

 
 

Pól Jóhannus Toftegaard Larsen

 
 

37

 
 

29

 
 

Trina Eysturoy

 
 

35

 
 

30

 
 

Christian Guttorm Mathisen

 
 

29

 
 

31

 
 

Jensina Olsen

 
 

26