Her sæst Emil Thomsen við sínum Standard 10 Van vøruvogni

Standard vørubilur hjá Emil Thomsen  

Her er Emil Thomsen við sínum Standard 10 Van vøruvogni. “8 húsarhaldstól í sama merki” stendur á bilinum. Emil seldi Electrolux húsarhaldstól í handli sínum í Bókbindaragøtu. Myndin er tikin yviri við Strond í Havn.

Her sæst Emil Thomsen við sínum Standard 10 Van vøruvogni

Standard bilarnr vórðu gjørdir í Coventry í Onglandi í 60 ár, frá 1903 til 1963.

 

Tað var Bilasølan Norrøna hjá Peturi W. Háberg og Jens Christian Christiansen (Kissa), sum seldi Standard bilarnar í Føroyum.

 

*Úr myndasavninum hjá Birgari Johannessen

 

maggi@sosialurin.fo

 

Her sæst Emil Thomsen við sínum Standard 10 Van vøruvogni